Jóhan er 65 ára gamal og útbúgvin navigatørur. Sum 15 ára gamal fór hann í 1958 til skips við "Bresti". Í 1961 skifti hann hýru og fór við "Hoyvíkingi".
Í 1964 fór Johan á stýrimansskúla, og eftir lokið prógv í 1966 fór hann aftur við "Hoyvíkingi", til hann í 1969 fór at ganga til skipsførara. Eftir at hava fingið skipsføraraprógv í 1970 sigldi hann sum stýrimaður við á "Fuglfirðingi"og var hann skipari á bátinum frá 1975 til 1983. Síðan januar 1984 hevur hann verið í starvi hjá Tórshavnar Havn.
Foreldrini hjá Jóhan vóru Hanna, sum var ættað úr Klaksvík, og Eli Christiansen úr Havn.
Jóhan er giftur Hjørdis, f. Simonsen, úr Fuglafirði. Tey eiga børnini: Eli, Elsu Mariu og Jóhan Martin.