Tann 12. september vóru stóru yvirskriftirnar í føroysku miðlunum, at semja var fingin við donsku stjórnina um, at føroyingar kundu yvirtaka undirgrundina. Avatalan var gjørd í Keypmannahavn dagin fyri, 11. september, men tíðindini bórust dagin eftir, 12. september –sama dag, sum Atli Dam, løgmaður, fylti 60 ár.
Sosialurin skrivar soleiðis á forsíðuni hendan dagin:
– 44 ár eftir Heimastýrislógina er undirgrundin vorðin føroysk. Í dag er 60 ára føðingardagur løgmans, og eina betri føðingardagsgávu enn hesa kundi hann neyvan ynskt sær.
Tað var ein drúgv tilgongd at yvirtaka undirgrundina sum føroyskt sermál. Hetta var eitt av hjartamálunum hjá Atla P. Dam, og longu í 1975 samtykti Løgtingið við 19 atkvøðum fyri og ongari ímóti at yvirtaka undirgrundina til føroyskt sermál.
Teir, sum vóru við til samráðingarnar í Keypmannahavn um undirgrundina hesar septemberdagarnar í 1992 vóru Atli Dam, løgmaður, Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, Svend Åge Ellefsen, orkumálaráðharri og Halgir Winther Poulsen, advokatur, sum var formaður í donsk-føroysku samráðingarnevndini um undirgrundina.
Frá danskari síðu vóru Poul Schlüther, forsætisráðharri, Uffe Elleman Jensen, uttanríkisráðharri, Anne Birthe Lundholdt, orku- og ídnaðarmálaráðharri, Wiese skrivstovustjóri og Inger Skytsgaard frá danska partinum í samráðingarnevndini um undirgrundina.
Tann 22. desember í 1992 kom Poul Schlüther til Føroya at undirskriva avtaluna um yvirtøkuna av undirgrundini.