2400 fólk gleða seg

Kim Larsen hevur enn fastatøkur í føroysku áhoyrarunum; sjáldan í søgu Norðurlandahúsins hevur sølan av atgongumerkjum gingið so skjótt sum til konsertina hjá Kim & Kjukken. Starvsfólkini í Norðurlandahúsinum vóru nærum tikin av bóli hósmorgunin mitt í juni, tá ið portalurin boðaði frá, at Kim Larsen kom til Føroya á konsertferð. Tá ið útvarpið eisini bar somu tíðindi, var sannur telefonstormur í Norðurlandahúsinum, umframt at heimasíðan eisini varð væl vitjað, tí atgongumerki kundu keypast beinleiðis á heimasíðuni. Eftir bert fáum tímum vóru øll 800 atgongumerkini til konsertina útseld og síðani tá eru tvær eyka konsertir eisini fullsettar. Í løtuni ganga so eini 2400 føroyingar og gleða seg til konsertirnar, sum verða nú týs-, miku- og hóskvøldið.

 

Fríggjamorgun gongur leiðin hjá Kim Larsen víðari til Íslands eftir eina langa konsertferð í Norðurlondum. Tað eru 12 ár síðani, at Kim Larsen seinast vitjaði Føroyar í sambandi við Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival, og eisini tá vóru atgongumerkini seld eftir stuttari løtu og skipað varð fyri einari eykakonsert. Í 2005 bórust aftur boð um, at Kim & Kjukken skuldu koma til Føroya at hava konsert, men henda varð avlýst, so tað eru uttan iva fleiri at teimum, sum tá ætlaðu sær á konsert sum hesuferð hava verið skjót í vendingini og hava tryggjað sær atgongumerki.

 

Norðurlandahúsið heitir á áhoyrararnar um at koma tíðliga, tí parkeringsmøguleikarnir eru rættuliga skerdir vegna útbygging. Høvi er at keypa sær okkurt leskiligt í forhøllini og caféini bæði áðrenn og undir konsertini, sum varar hálvan annan tíma.