Ymiskt er, hvat fólk kunnu finna upp á at samla.
Men, norðmaðurin, Svein Hoel, eigur út við 25.000 ymiskar kúlupennar. Tað byrjaði við, at kona hansara bað hann finna sær eitt ítriv, tá hann nærkaðist pensjónsaldrinum.
Kjallarahæddin í húsunum hjá norsku hjúnunum ber so sanniliga dám av ítrívinum hjá Svein Hoel.
- Av berari tilvild var tað ein pennur hjá Statoil, sum gjørdist hin fyrsti, ið kom upp á veggin at hanga.
Norðmaðurin sigur, at hetta var í 1999.
- Síðan henda dag havi eg hongt aðrar 24.668 aðrar pennar á veggin. Haraftrat eigi eg eina eskju við øðrum 330 pennum. So, samlaða talið er fleiri enn 25.000, sigur Svein.
Hvør einstakur pennur hjá norðmanninum er skrásettur við nummari og eini kotu sum sigur, hvar pennurin hongur.
- Í skrásetingini er eisini, hvat stendur á, og hvussu vorðin pennurin er.
Svein Hoel harmast um, at hann ikki eisini hevur skrásett, hvaðani hann hevur fingið kúlupennin og nær.