239.000 grønar krónur

Tríggjar umhvørvisverkætlanir fingu hvør sín stóra kekk frá Tórshavnar Kommunu Fyrsta verkætlanin var ætlað at økja umhugsni fyri umhvørvi okkara. Verkætlanarleiðari er Herborg N. Debess, sosialpædagogur, sum er undir útbúgving innan Sustainable Environmental Manager í Scotlandi.Málbólkurin, hendan verkætlanin er ætlað, eru dagstovnar í Tórshavnar kommunu. Tað vil siga børn frá 3-6/7 ár. Hendan verkætlanin fekk tillutað kr. 95.000,-

Onnur verkætlanin, sum fekk stuðul handaðan mánakvøldið, var ein ætlan um ein náttúrudepil. Leiðari fyri hesi verkætlanini er Anna Louisa Joensen, sjúkrasystir og náttúruvegleiðari. Endamálið við hesi verkætlanini er at stovna ein náttúrudepil tætt við Havnina. Eitt stað har børn og vaksin kunnu uppliva náttúruna og fáa eina holla vitan um umhvørvi.

Triðlja verkætlanin er býtt í tríggjar partar. At gera ein umhvørvisteig í Strok, at skipa fyri framførslum við Meylu og Knøtti og at framleiða bókligt tilfar. Málbólkurin til hesa verkærlanina er børn, og hendan vekætlanin fekk tillutað kr,. 49.000, ið eru ætlaðar partinum um at geva út bókligt tilfar.