1700 nýggir bústaðir skulu byggjast í Tórshavnar kommunu fyri at nøkta væntaða fólkavøksturin fram til 2030.
Av tí at roknað verður við at fólkatalið í Havn í miðal veksur eitt prosent um árið fram til 2030, er tørvur á øki til býarvøkstur.
Tað kom fram á borgarafundinum í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri mikukvøldið.
Har varð greitt frá, at fortreytin fyri hesum vøstri er, at 150 fólk flyta til í Tórshavnar kommunu um árið.
Tá verður fólkatalið í Havnini 23.500 í 2030. Fólkavøksturin seinastu 10 árini hevur verið minni, men hevur verið skiftandi, og í 2013 vaks fólkatalið við 0,9 prosentum.
Fyri at røkka hesum fólkavøkstri mugu fáast til vega góðir 1700 nýggir bústaðir í Tórshavnar kommunu