235 metrar sprongdir á Strondum

Higartil eru 235 metrar sprongdir á Strondum í samband við byggingina av Eysturoyartunlinum.

Higartil eru 235 metrar sprongdir á Strondum í samband við byggingina av Eysturoyartunlinum.

 

Á Facebook-síðuni - P/F Eystur-og Sandoyartunlar - veit felagið í dag at siga, at tað framvegis eru smærri lekar, sum leypandi verða tettir.

 

Hin 27. apríl varð fyrsta skotið latið av á Hvítanesi, og tað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum trýsti á knøttin. 

 

Fyrstu vikurnar verður nógv fyrireiking Streymoyarmegin, og skotið verður varisliga.

 

- Men, tá komið er nakað inn í fjallið, verður sprongt harðari, og arbeitt fer at verða allan sólarringin, eins og á Strondum, sigur tunnilsfelagið.