228 fleiri løntakarar í Streymoyar sýslu

668 fleiri føroyingar kundu í 2015 fegnast um, at tey høvdu eitt arbeiði. Tað vísa nýggjast tølini frá Hagstovu Føroya.


Størsti vøksturin er ikki óvæntað í Streymoyar sýslu har flest fólk búgva. Av teimum 668 fleiri løntakarunum í 2016 búðu 288 teirra í Streymoyar sýslu.


Harnæst er Eysturoyar sýsla nummar tvey við 112 nýggjum løntakarum og Norðoya sýsla nummar trý við 113 nýggjum løntakarum.


Í teimum smærru sýslunum er vøksturin eitt sindur minni. Í Vága sýslu eru 45 fleiri løntakarar, í Sandoyar sýslu eru 34 fleiri løntakarar og í Suðuroyar sýslu eru 12 fleiri løntakarar.


Tá hugt verður eftir lutfalsligu størstu framgongdini broytist heildarmyndin. Streymoyar sýsla endar næstaftast av teimum fimm sýslunum við einum vøkstri á 2,5 prosent, meðan tað er Sandoyar sýsla, ið hevur størstu framgongdina við 6,5 prosentum.


Norðoya, Eysturoyar og Vága sýsla hava allar nøkulunda líka stóran vøkstur á ávikavist 3,8 prosent, 3,6 prosent og 3,2 prosent, meðan Suðuroyar sýsla, ið lá aftast í talinum av nýggjum løntakarum, liggur eisini aftast, tá hugt verður eftir lutfalsliga vøkstrinum, ið er einans 0,6 fyri alla sýsluna.