Skattatølini boða frá, at tað gongur væl í Vágum. Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár er skattainntøkan bæði í Vága kommunu og Sørvágs kommunu væl hægri, enn hon var fyrstu sjey mánaðirnar í fjør.
Í Vága kommunu eru higartil í ár runnar 1.324.490 króinur fleiri í kommunukassan enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 3,94 prosent.
Í Sørvágs kommunu eru higartil í ár runnar 925.058 krónur fleiri í kommunukassan enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 4,88 prosent.
Í juli var vøksturin í Vága kommunu meiri enn tvífalt so stórur, sammett við sama mánað í fjør, sum hann annars hevur verið í ár. Henda mánaðin fekk kommunan 8,55 prosent fleiri skattapengar enn í juli í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 415.115 krónur.
Í juli var skattainntøkan hjá Sørvágs kommunu væl minni, enn hon var tað í juli í fjør. Afturgongdin var 5,37 prosent ella 164.126 krónur.