222 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hesa vikuna hevur miðaltalið fyri nýggjar smittutilburðir hvønn dagin ligið á 177, og í vikuni fyri var miðaltalið 239.

 

 

Noreg hevur júst kunngjørt nýggjastu covid-19 smittutølini fyri undanfarna samdøgur.

 

Tølini siga, at Noreg hevði 222 nýggjar tilburðir, sum er 34 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan. 

 

Miðaltalið seinastu sjey dagarnar hevur verið 177 tilburðir hvønn dagin - og í vikuni fyri var miðaltalið 239. Tað merkir, skrivar tíðindastovan NTB, at smittutølini í Noregi eru minkandi.

 

Hóast talið seinasta samdøgur kann tykjast nakað høgt, hevur miðaltalið fyri hvønn dag í vikuni kortini ligið rímiliga lágt. 

 

Á midnátt í kvøld hevði Noreg gjørt 5,9 koronuroyndir, og tilsamans eru 128.499 fólk staðfest positiv fyri covid-19.

 

Higartil hava stívliga 1,9 miljónir fólk í Noregi fingið fyrsta prikið - og stívliga 1,3 miljónir hava fingið bæði prikini, veit NTB at siga.

 

789 fólk eru deyð av - ella við - covid-19 í Noregi. Í løtuni eru 47 fólk innløgd á sjúkrahús fyri koronu, harav 10 liggja í respiratori, og 14 liggja á intensiv.