Hinumegin jørðina er 2010 longu farið í søguna. Klokkan 13 okkara tíð byrjaði eitt ovurstórt tiltak við alskyns fýrverki á havnarlagnum í Sidney. Tíðindastovurnar skriva, at umleið hálvonnur millión fólk vóru komin saman at hyggja at fýrverkinum.
Avstralia var kortini ikki tað fyrsta landið, sum setti á 2011. Tað var harafturímóti tað lítla landið Kiribati, sum er beint eystan fyri datolinjuna. Har byrjaði tað nýggja árið við gudstænastum og fýrverki klokkan 10 okkara tíð í dag.










