Seinastu árini hava fleiri søgur verið í umfar, serliga á sosialu miðlunum, um fólk, sum hava fingið óbodnar gestir inn í stovuna, saman við jólatrænum. Djórini fara í dvala um veturin, men tá træið verður sett inn í eina heita stovu og ljósini tendraði, vakna tey úr dvala, tí tey halda, at várið er komið.
Tað kann vera ódámligt at hugsa um øll djórini, sum fylgja við trænum, men djórini sjálvi eru púra ófarlig.
Skordýrini eru tó einki at óttast fyri okkum menniskju. Ikki eru tey vandamikil, tey hvørki bíta ella stinga. Flestu teirra eru so smá, at tey ikki síggjast. Djórini hava lív og lívsgrundarlag sítt á trænum, so neyvan fara tey av trænum, og um so skuldi verið, so gera tey ongan skaða, hvørki á hús, plantur, mat fólk ella á annað innbúgv í stovuni. Og eftir nøkrum tímum, eru flestu teirra deyð aftur, orsaka av heitu og turru luftini í stovuni.
Tað er tíverri ikki nógv, ein kann gera við málið. Flestu djórini bíta seg fast í træið, so tey eru torfør at sleppa av við. Um ein ristir træið væl og dukar tað í vøllin, so er møguligt at nøkur av djórunum detta av. Ein annar møguleika er at spula træið eitt sindur. Ein triðji møguleiki er at sproyta við gifti, men spurningurin er, um tað ikki er skaðiligari fyri fólk enn at lata smádjórini fáa frið.
Jens-Kjeld Jensen, skordýrsserfrøðingur, ávarar tó um, at onkur av djórunum vísa seg at hava evni at yvirliva í Føroyum.
- Tað er eitt sindur órógvandi at hugsa um, hvat slag av verum vit á henda hátt flyta inn í landið. Tað kann vera, at talan er um vandaleysar verur, kanska enntá gagnligar. Vit hava til dømis sæð at mariuhønur kunnu yvirliva og nørast í Føroyum. Hinvegin, so kunnu tað eisini vera aðrar verur, ið hava skaðilig árin á føroysku náttúruna. Tí mugu vit vera ansin við, hvussu nógv tílík trø, vit innflyta til Føroya, sigur Jens Kjeld-Jensen.








