##med2##
Tað sigur formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade úr flokkinum Vinstra.
Hann sigur við Ritzau, at hann hevur biðið umsitingina um at kanna, hvat tað kostar at umseta alt tilfarið hjá Fólkatinginum til føroyskt og grønlendskt.
– Og at brúka eina fjórðings milliard krónur til tað um árið er ov nógv, sigur formaðurin í Fólkatinginum, sum eisini kennir tað sum sína ábyrgd at umsita pengarnar hjá skattaborgarunum á bestan hátt.
Hann ivast eisini í, um tað ber til at finna so nógvar tulkar, sum skulu til fyri at týða 150.000 síður um árið til føroyskt og grønlendskt.
– Eg havi tí biðið umsitingina kanna onkran annan máta at gera tað uppá, sigur hann.
Hoyrið samrøðuna við Søren Gade við at trýsta á pílin undir myndini.