200 hátíðarheldur føðingardagin hjá Sambandsflokkinum

Í annað kvøld spæla 200, Marius og Øssur Johannesen í Kagganum, men sambært Niels Arge Galán úr 200 er ikki einans talan um útgávukonsert, men somuleiðis um føðingardagskonsert fyri Sambandsflokkin.

200 fer á síni konsert at heiðra 100 ára haldið hjá Sambandsflokkinum á hesi konsert, skrivar tann vanliga so fullveldissinnaði punksangarin í einum tíðindaskrivi.
Á konsertunum í Vestmanna, Suðuroy, seinasta vikuskiftið sungu 200 Tillukku til tín og róptu hurra fyri føðingardagsbarninum.