20. apríl í ár feldi Løgtingið uppskot um uppraðfestingar í fólkaskúlanum

11. mai kunnger landsstýrismaðurin í mentamálum skelkandi úrslit frá PISA undankanning, meðan uppskot til samtyktar frá Tjóðveldisflokkinum, sum Heidi Petersen, løgtingskvinna legði fram um m. a. styrkjan av fakliga førleikanum í fólkaskúlanum ikki vann frama.

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Føroyingar hava síðan 1. januar 2002 havt fulla ábyrgd av undirvísingarverkinum, og vit hava sostatt átikið okkum endaliga ábyrgd av, at førleikarnir hjá okkara næmingum eru so góðir, at vit kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond, og at okkara ungdómar eru eins væl fyri í altjóða høpi, sum ungdómar úr øðrum londum eru.

Sum ein uppfylging av hesum tók Tjóðveldisflokkurin í Mentamálaráðnum í 2003 avgerð um, at Føroyar skuldu luttaka í altjóða PISA kanningini av fólkaskúlanum. PISA-kanningarnar, sum OECD stílar fyri, hava víst seg at verið eitt gott amboð at nýta í skúlaverkinum í teimum ymsu londunum, tá ið metast skal um førleika og úrtøku hjá 15 ára gomlum næmingum í 9. flokki.

Orsøkirnar fyri luttøku vóru fleiri, men ein av høvuðsorsøkunum var at kanningarnar kundu staðfesta á hvørjum støði føroyski fólkaskúlin var á í mun til fólkaskúlarnar í øðrum londum, og við kanningarúrslitinum sum grundarlag, kundu tryggja føroyskum fólkaskúlanæmingum eins góða og holla útbúgving, sum næmingar í øðrum londum fáa.

Nú úrslitini av undankanningini fyriliggja, ásannar Tjóðveldisflokkurin, at tey eiga at takast í størsta álvara, og heldur tað vera bráðneyðugt at fara undir eina gjølliga endurskoðan av øllum fólkaskúlanum sum skjótast. Kanningin vísir, at fakliga støðið í føroyska fólkaskúlanum á ongan hátt er nøktandi, og við hesi staðfesting verður neyðugt at fara álvarsliga til verka í endurskoðanini av skúlanum.

Tjóðveldisflokkurin heldur tíðina vera komna til at skipa ein fólkaskúla við støði í føroyskum viðurskiftum, samfelagið, mentan og samleika, og samstundis ein fólkaskúla við sterkum fakligum innihaldi, sum ger næmingar okkara førar fyri at stíga fram og kappast á jøvnum føti við næmingar úr øllum heiminum.

Tjóðveldisflokkurin legði 3. mars í ár uppskot til samtyktar fyri Føroya Løgting við áheitan á landsstýrismannin í mentamálum um at kannað, hvussu vit í føroyska fólkaskúlanum kundu uppraðfesta nøkur øki, soleiðis at vit longu á fíggjarlógini fyri 2007 kundu játtað neyðug framtøk á fólkaskúlaøkinum innan:

"føroyskt mál og mentan,
"skapandi lærugreinir og samstarvi millum næmingarnar,
"fjøltáttaðum arbeiðshættum og tøkni, so fakligi førleikin kann styrkjast og liva upp til altjóða krøv,
"sernámsfrøðiligu ráðgevingina og undirvísingina kring landið.



Umráðandi er, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa gott í beinið, so hvørt sum heimurin við nýggjari tøkni og samskiftismiðlum, ferðasambondum og margføldum møguleikum gerst minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur.

Hetta gerst best við hollari upplæring og undirvísing í máli og mentan, har stórur dentur skal leggjast á landsins søgu og siðir, tí hesi eru sjálvt grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sterkum samleika í føroyska fólkinum.

Nútímansgerð av lærugreinum og arbeiðshættir eiga at vera verkevni, sum støðugt skal arbeiðast við í føroyska fólkaskúlanum. Málið eigur greitt at vera at styrkja um fakliga førleikan, so hann lýkur altjóða krøv og harvið ger okkum betur brynjaði til kappingina á altjóða pallinum.

Løgtingið helt ikki, at so átrokandi neyðugt var at gera uppraðfestingar í fólkaskúlanum og 20. apríl var uppskotið felt við 18 atkvøðum ímóti og 10 atkvøðum fyri. Nú niðurstøðan frá undankanningini í fólkaskúlanum fyriliggur, er tað mín vón, at eisini Føroya Løgting dugir at síggja álvaran í málinum, og vil vera við til at taka ábyrgd.

Altjóða kappingin gerst ikki umvegis annað land, men einans beinleiðis, og tí muga vit vilja, tora og hava dirvi í felag at seta okkum mál og taka avgerðir, so at eisini okkara ungdómar í framtíðini kunnu teljast millum heimsins fremstu.

Tí verður neyðugt at vit øll í felag fara til verka at lyfta uppgávuna, og tað eigur at gerast nú.

Næmingar, foreldur, skúlastýrið, lærarar, kommunur, lærarafelag, fyrisiting, læraraútbúgvingin, landsstýrismaðurin í mentamálum, politisku flokkarnir og allar góðar kreftir í føroyska samfelagnum, sum kunnu vera við, skulu samfelt vilja og tora at taka ábyrgd av føroyska fólkaskúlanum.

Vestmanna 15. mai 2006.