Fyrsti útlendski dómarin, sum varð kunngjørdur, er Christian Hald Buhl, sum rekur tónleika-umboðsstovuna, The Rocking Factory í Hollandi og Belgia. The Rocking Factory fæst mest við at hjálp tónlistarfólkum og bólkum,
tónleikafelagskapum og plátufeløgum úr norðurlondum at bróta ígjøgnum inn á Benelux marknaðin, tó koma verkætlanir fyri, har tað er tónleikur úr Benelux londunum, sum skal promoverast í norðurlondum. Christian hevur sýnt stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki, síðani hann var millum útlendsku gestirnar á G! í ár.
Christian er sjálvur tónleikari, og hann arbeiðir í løtuni við indie-popp
verkætlanini www.myspace.com/dressedintunes.
Annar útlendski dómarin er Per Nordahl úr Noregi. Per hevur arbeitt við norskum tónlistarfólkum og bólkum síðani 1999. Hann hevur verið dagligur leiðari av Honeymilk Records í fimm ár og hann var við til at skipa fyri Øya Festivalinum. Eisini hevur Per verið bookingleiðari á kenda spælistaðnum Mono og hann er ein av eigarunum av Blå, sum er eitt av kendastu spælistøðunum í Noregi.
Føroysku dómararnir umfata Eyðfinn Jensen (komponistur, framleiðari, tónleikari, manageri, ummælari og tøkningur), Kári Sverrisson (tónleikari, sangskrivari, framleiðari, sangari v.m). Tvær ferðir skotin upp til Tónleikaheiðursløn
Norðurlandaráðsins, Bogi á Lakjuni, (guitarleikari og ein av stovnarunum í bólkunum Clickhaze og Visible Fish).
GBOB kappingin byrjar í kvøld kl. 21 og heldur áfram í annaðkvøld kl. 22.