Um trýtíðina seinnapartin leygardagin bleiv ein 2 ára gomul smágenta yvirkoyrd á Arjgum. Gentan kom gangandi oman eftir einari brekku við einum leikutoysbili í hondini, tá ein bilur bakkaði út á vegin. Bilførarin hevði ongan møguleika at síggja gentuna, tí hon var so lítil, og endaði hon undir hjólinum á bilinum.
Hetta varnaðist bilførarin og hann fór út at hyggja, hvat var undir hjólinum. Og har lá so hendan smágentan. Bilførarin tordi hvørki at koyra fram ella bakka meira, so tað endaði við, at bilurin varð lyftur av gentuni.
? Vit hava ikki nágreiniliga fingið at vita, hvat fyri skaða gentan fekk, men allarhelst hevur hon brotið lærið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.










