Á Facebook er ein bólkur, sum veruliga hevur fingið vind í seglini hesa vikuna. Bólkurin eitur "4 plastikk um dagin", og endamálið er at eggja føroyingum at rudda plast upp á vegnum og í náttúruni annars. Talið 4 sipar til, at málið skal hvønn dag vera at savna fýra plastlutir upp - tí um allir føroyingar gera hetta, verður tað ein stór rúgva tilsamans.
Lýsingin av bólkinum er soljóðandi:
- Ver við til at gera mun við einum smíli. Allastaðni, har vit ganga, liggur plastikk og órudd og flýtur. Hvat við, um vit øll framyvir fara at taka minst 4 stk. plastikk upp um dagin, og hugsa okkum um, hvat vit koyra út í náttúruna aftur?
Bólkalimirnir eru raskir at leggja myndir út av plastinum, sum teir hava savnað saman. Bólkurin er ikki ætlaður til, at fólk skulu finnast at, men heldur koma við positivum tankum um, hvat kann gerast betur.
Bólkurin varð stovnaður sunnudagin, og longu nú eru væl fleiri enn 2.000 limir - í skrivandi stund er limatalið 2387. Tað svarar til næstan fimm prosent av øllum íbúgvunum í Føroyum. Skjótt vaksandi stuðulin er væl saktans ein tekin uppá, at føroyingar eru sinnaðir at rudda upp eftir sær og finna seg ikki í dálking av okkara náttúru.
Bólkurin er at finna HER.