Sum kunnugt var endiliga ein meiriluti á tingi fyri uppskoti um at byggja ein nýggjan »Smiril«.
Hetta skrivar Sosialurin hin 21. juli í 1962. Blaðið visti at siga, at ein undirnevnd, ið landsstýrið hevur sett, »við kannan og støðu takan til tey mongu uppskot, ið innheintað eru frá ymsum hornum«.
Blaðið sigur, at landsstýrið skal leggja eitt uppskot fyri fíggjarnevndina til góðkenningar.
»Vónandi verður tað at eydnast at fáa greitt málið so skjótt, at arbeiðið kann verðabyrjað í hesum árinum.
Um »Smiril«s sigling og rutu nú er annars at siga, at fólk vist ongantíð hevur havt so stóra nýtslu av honum áður. Hann siglir tvífalt so nógv, og fólk hevur ongantíð ferðast so nógv við honum.
Week-end túrurin seinnapartin leygardagin at koma aftur sunnukvøldið við returbillet við avslátti upp á 25% er serliga væl umtóktur. Nú arbeiða so nógvir suðuroyingar norðanfyri. Teimum fellur væl at sleppa suður til síni um vikuskiftið.
Ferðafólk gleðir seg til tann nýggja »Smirilin«. Hin gamli er so nógv ov lítil og ov illa innrættaður til tað nógva fólkið.
Nú er hvørja ferð so nógv fólk við, at bert ein lítil parturin kann hoykja beinini niður. Fyri veik fólk er ikki stuttligt at standa uppi í 4 tímar og meiri, seriga ikki, um óðveður er. Og tað skal ikki nógv til rull í Suðuroyarfirði. Hesin fjørður er tiltikin fyri at vera ringur at sigla.










