183 handtikin í samband við ófriðin í Póllandi

Fleiri samanbrestir vóru millum pólsk og russisk viðhaldsfólk undan dystinum teirra millum í gjár. Løgreglan hevur handtikið 183 fólk og 15 eru særd.

 

Løgreglan í pólska høvðusstaðnum, Warsawa, hevur havt úr at gera seinasta samdøgrið við at skilja pólsk og russisk viðhaldsfólk. Tað dámdi póllendingum einki, at russar hátíðarhildu russiska tjóðardagin í Warsawa undan dystinum teirra millum. Tað endaði við, at fleiri samanbrestir vóru millum viðhaldfólk kring allan býin.

 

Løgreglan mátti nýta táragas, vatnkanónir og skjóta við gummikúlum fyri at skilja óðu viðhaldsfólkini. Myndir og sjónbandamyndir vísa fólk, ið eru frá sær sjálvum og sláa og sparka eftir hvørjum øðrum. Blóð sæst á gøtunum og myndir av særdum viðhaldsfólkum eru farnar kring allan heimin. (Sjónbandabrot sæst undir greinini)

 

Ófriðurin helt fram eftir dystin, sum annars endaði við javnleiki 1-1.

 

Í einum tíðindaskrivi hevur pólska løgreglan váttað, at 183 fólk eru handtikin og tíggju eru særd. Sjey póllendingar, tveir russar og ein týskari. Dailymail skrivar í dag, at talan á særdum er komið upp á 15.

 

Pólska løgreglan boðar eisini frá, at tað helst verða fleiri fólk handtikin í næstum í samband við ófriðin, ið er væl dokumenteraður á bæði myndum og sjónbandamyndum.

 

(Undir greini sæst ein sjónbandabrot, ið ein brúkari á Youtube hevur lagt út av ymiskum upptøkum frá ófriðinum. Vit ávara um sterkar myndir av fólki, ið berjast og eru komin til skaða.)