18 deyð í ófriði í Teilandi

Harðir samanbrestir millum herin og mótmælisfólk í Teilandi hava kravt minst 18 mannalív, og umleið 800 fólk hava fingið skaða. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri hermenn hava latið lív í samanbrestunum, og at støðan í høvuðsstaðnum Bangkok er sera spent.

Kortini verður sagt, at tað hevur verið friðarligt í býnum í morgun. Men mótmælisfólkini hava sagt, at tey fara ikki at helma í, fyrr enn stjórnin leggur frá sær, og nýval verður útskrivað.

Tað ljóðar í morgun, at samráðingar eru millum partarnar.