Í 2015 ferðaðust 179.650 fólk við strandfaraskipinum Teistanum um Skopunarfjørð. Tað var bara suðuroyarleiðin við sínum 222.896 ferðandi, ið var størri.
- Býrt tú í Sandoynni, men arbeiðir ella gongur í skúla í Havn, krevst gott ferðasamband. Sigast má, at Teistin tænir fyri seg í økinum. Alt árið í fjør ferðaðust sløk 15.000 fólk í meðal um Skopunarfjørð um mánaðin.
Í nýggjum riti, sum Strandfaraskip Landsins hava givið út - Fólk á ferð - verður upplýst, at Teistin siglir níggju túrar um dagin aftur og fram um Skopunarfjørð.
- Teistin leggur eisini at í Hesti eftir tørvi. Siglingartíðin út í Hest er 15 minuttir, og tað tekur 30 minuttir at sigla um Skopunarfjørð við Teistanum, verður lagt aftrat.
MS Teistin tekur 288 ferðafólk og 33 bilar.