17 grundstykki klár í Syðrugøtu í ár

Nógvar umsóknir eru um grundstykki í Eysturkommunu.

Í endanum av vikuni varð byrjað at grava út til nýggju útstykkingina í Syðrugøtu.

 

- Hetta er eitt týðandi stig, tí nógvar umsóknir eru um grundstykkir í Eysturkommunu, og áhugin er stórur at seta búgv í kommununi.

 

Eysturkommuna sigur, at útstykkingin í Syðrugøtu fevnir um 25 grundstykkir, sum liggja fram við tveimum nýggjum vegum.

 

- Hesir vegir verða knýttir til Garðabrekku í Syðrugøtu, og gott útsýnið er frá nýggju grundstykkjunum yvir Gøtuvík og yvir á Norðragøtu.

 

Eysturkommuna veit at siga, at tey 17 grundstykkini væntandi verða klár í november í ár, og síðan verða átta grundstykkir aftrat klár næsta summar.