17 føroysk mál í Stavanger í kvøld - Tróndur skoraði níggju

Talan var um eitt gott kvøld hjá føroyingunum og teirra liðfeløgum í Viking Stavanger

Tróndur Mikkelsen er ein stórur fongur fyri Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann føroyingaliðið stórsigur 30-18 á Herulf Moss á heimavølli. Tróndur Mikkelsen skoraði níggju mál, og var valdur at vera besti maður hjá Viking Stavanger í kvøld.

 

Føroysku liðfelagarnir vóru ikki sørir heldur. Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál í kvøld, og Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál. Føroysku spælararnir skutu sostatt 17 av 30 málum hjá Viking Stavanger í kvøld.

 

Sambært hagtølunum skoraði Tróndur uppá níggju av níggju málmøguleikum. Helgi skoraði uppá fimm av sjey málmøguleikum, og Jónas skoraði uppá tríggjar av sjey málmøguleikum. 

 

Tað er sera javnt í oddinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Sandnes, Stavanger IF, Viking Stavanger, Falk, Vikhammer og Charlottenlund hava øll fýra stig.

 

Sunnudagin 10. oktober spælir Viking Stavanger á útivølli móti Charlottenlund.