Pakistanska Malala Yousafzai, ið var skotin av Taliban í 2012, er í dag kunngjørd sum vinnari av friðarheiðursløn Nobels. Hon fær heiðuslønina saman við Kailash Satyarthi.
Tey bæði hava vunnið prísin fyri teirra stríði fyri rættinum hjá børnum at ganga í skúla.
Malala Yousafzai byrjaði í 2009, sum 11 ára gomul, at skriva eina bloggu undir dulnevni, á heimasíðuni hjá BBC, um rættin hjá børnum at ganga í skúla. Trý ár seinni vóru hon og ein skúlafelagi skotin av Taliban. Malala Yousafzai yvirlivdi álopið, og hevur hildið áfram við stríðið hennara. Í fjør helt hon røðu fyri ST-tinginum.
Soleiðis grundgevir Nobelnevndin:
- Malala Yousafzay hevur, hóast sín unga aldur, longu í fleiri ár stríðst fyri rættinum hjá gentum til útbúgving, og hevur við sínum fyridømi víst, at eisini børn og ung kunnu stríðast fyri at betra um sína støðu. Hon hevur gjørt hetta undir teimum vandamestu umstøðum. Gjøgnum hennara hetjukenda stríð er hon vorðin ein leiðandi rødd fyri rættinum hjá gentum til útbúgving.
Indiski Kailash Satyarthi, er maðurin aftanfyri felagsskapin Goodweave, fyrr Rugmark, sum stríðist móti barnaarbeiði í teppuídnaðinum.
- Hann hevur staðið fremst í arbeiðinum ímóti barnaarbeiði í mong ár, sigur leiðarin av Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland.
Kailash Satyarthi førir fram, at barnaarbeiði leiðir til fátækradømi, sosialar trupulleikar og størri analfabetismu hjá børnum.
- Við stórum persónligum dirvi hevur Kailash Satyarthi, í siðvenjuni hjá Gandhi, staðið á odda fyri ymiskum mótmælisátøkum og -gongum, allar friðaligar, fyri at seta sjóneykuna á grova misbrúkið av børnum fyri fíggjarligan vinning. Han hevur eisini givið sítt íkast til menningina av týðandi altjóða sáttmálum um rættindini hjá børnum.









