16 mál í 10 dystum

Cristiano Ronaldo vísti í kvøld enn einaferð vegin fyri Real Madrid, og Manchester City er fyri fyrstu ferð í hálvfinaluni av Champions League

Seinnu fjórðingsfinalurnar í Champions League vera spældar hesa vikuna. Longu í kvøld vóru fyrstu dystirnir spældir, tá Manchester City og Paris Saint Germain møttust í aðrari, meðan Real Madrid og Wolfsburg møttust í hinari.

 

Í dystinum á Etihad leikvøllinum í Manchester var alt opið undan dystinum. Fyrri dysturin, sum varð spældur í París fyri viku síðani endaði við 2-2 javnleiki, og tí var ikki til at siga, hvør ið mundi fara at draga longra stráðið og vinna sær pláss í hálvfinaluni.

 

City vann uppiborið

Tað varð heimaliðið, ið varð omaná í kvøld og vann dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt belgiski Kevin De Bruyne tá eitt gott korter restaði av dystinum.

Sum heild var sigurin hjá Manchester City fult uppiborin, tí teir vóru í kvøld greitt omaná ímóti Paris Saint Germain. Í fyrra hálvleiki hevði Sergio Aguero gyltan møguleika at leggja City á odda, men hann misnýtti brotssparkið, sum hann annars sjálvur fekk.

 

Ronaldo-show í Madrid

Hin dysturin var á Bernabeu leikvøllinum í Madrid, har Real Madrid undan dystinum hevði knívin á barkanum, eftir at Wolfsburg hevði vunnið fyrru uppgerðina 2-0 í Týsklandi.

 

Men Real Madrid og serliga Cristiano Ronaldo lótu frá byrjan av í dystinum í kvøld ongan iva vera um, at Real Madrid ætlaði sær pláss ímillum tey fýra bestu í Champions League. Cristiano Ronaldo legði í fyrra hálvleiki Real Madrid á odda 1-0 og 2-0, soleiðis at alt tá stóð á jøvnum innanhýsis.

Sami Cristiano Ronaldo slerdi í seinna hálvleiki sigurin fastan fyri Real Madrid, tá hann eisini skoraði til 3-0 sum eisini varð endaliga úrslitið. Hann fekk sostatt hattrick.

 

Gott Champions League ár hjá Ronaldo

Merkisvert er at nevna at í teimum 10 dystunum sum Cristiano Ronaldo hevur spælt í Champions League hetta kappingarárið, hevur hann skotið 16 mál og lagt upp til 4, sum eru suverent góð hagtøl.

 

Í annaðkvøld vera seinastu fjórðingsfinalurnar leiktar. Tær eru millum Atletico Madrid-Barcelona og Benfica-Bayern Munchen.

 

 

Dystirnir í kvøld:

 

Manchester City – Paris Saint Germain 1-0 (0-0)

1-0 Kevin De Bruyne, 76.

 

Real Madrid – Wolfsburg 3-0 (2-0)

1-0 Cristiano Ronaldo, 16.

2-0 Cristiano Ronaldo, 17.

3-0 Cristiano Ronaldo, 77.