16 fólk í WeTravel ferðaliði á Mallorca - eingin bóking

Flogferðin var í ordan, men tá komið var fram til Mallorca, fekk ferðaliðið at vita, at eingin bóking var til gisting - ella mat

- Vit føla okkum í øllum førum snýtt!

Soleiðis sigur Unn Jarnskorð Ellingsgaard, sum saman við 15 øðrum ferðandi situr í Mallorca og er rakt av húsaganginum hjá WeTravel.

Tey høvdu, eins og hinir kundarnir hjá WeTravel, fingið ein meyl á midnátt í gjár, sum segði, at felagið var farið á húsagang. Meylin sóu tey ikki fyrr enn tey stóðu á flogvøllinum í morgun, og tá gjørdu tey av, at nú vóru tey komin so mikið langt, at tey vóru noydd at royna eydnuna.

Flogferðin var eftir øllum at døma bókað og goldin, tí umborð sluppu tey øll somul. Men verri var, tá tey komu til Mallorca.

- Vit koma til íbúðirnar og fáa at vita, at tey hava ongar bókingar til okkara. Tey hava síðani funnið onkrar íbúðir - tey tóku synd í okkum og hjálptu nokk so nógv - men hetta verður fyri egna rokning.

Og tað verður ein dýrur umgangur fyri tey 16, tí eftir ætlan skulu tey vera burtur í 14 dagar, og tey høvdu goldið WeTravel fyri gisting og mat hvønn dag.

Onkur frá ferðaliðnum hevði verið í sambandi við WeTravel til heilt upp undir fráferð, men upp á einki tíðspunkt fingu tey at vita, at nakað var áfatt.

Tey havaí dag roynt at fáa samband við WeTravel. Unn sigur, at tey hava fingið okkurt sms-boð frá WeTravel, har sagt verður, at WeTravel skal hjálpa teimum at fáa tann peningin, ið tey sjálvi leggja út, aftur.

- Men eg dugi ikki at síggja, hvussu teir kunnu lova okkum tað. Nú tími vit ikki at skriva meira til teirra, nú fara vit at royna at hugna okkum, sigur Unn Jarnskorð Ellingsgaard.

Við í ferðaliðnum eru 13 vaksin og 3 børn, har tað yngsta er 1 ár.