- Ásetingin av einum føroyskum fátækramarki merkir ikki, at tað nú er eitt rættarkrav hjá borgarum at fáa ein posa av pengum, um tey liggja niðanfyri fátækramarkið. Men hinvegin eigur landsstýrið at brúka hetta álitið til at finna tey fátæku fólkini í okkara samfelag. Og síðani finna útav, hvussu tey fáa tað fíggjarliga lættari. Tað er politikkur.
Tað segði Heri Petersen, formaður í arbeiðsbólkinum, sum fríggjadagin legði fram álit um eitt føroyskt fátækramark.
Sambært fulltrúanum í Almannamálaráðnum er álitið bara fyrsta stigið á leiðini.
- Álitið sigur ikki alt. Neyðugt er at greina tølini nærri og gera fleiri kanningar fyri at finna fram til tey, sum eru ringast fyri, sigur Heri Petersen.
Álitið um fátækramark hevur ikki lýst út í æsir útreiðslurnar til bústað, sum kunnu vera sera ymiskar, bæði eftir hvar í landinum fólk búgva, og eisini eftir hvørjum aldursbólki fólk eru í.
Ein máti at útgreina fátækradømi nærri er sonevndi ”saknhátturin”. Her er talan um stórar spurnarkanningar, sum skulu lýsa, hvat fíggjarligt rásarúm fólk hava til at keypa tær vørur og luttaka í tí virksemi, sum fólkslig semja er um, at øll eiga at hava rætt til.
- Hesar kanningar høvdu bøtt um vitanargrundarlagið um fátækradømi í Føroyum. Og hesar kanningar høvdu tí eisini bøtt um grundarlagið undir møguligum politiskum átøkum.
Fyrivarni
Manglandi útgreiningar gera tí, at talað 1555 fátøk fólk í Føroyum skal takast við stórum fyrivarni.
- Ja, óvissurnar eru ov nógvar. Eitt nú eru nógvir pensjónistar í hesum bólkinum, men vit vita ikki nóg nógv um teirra fíggjarstøðu annars. Eitt nú útreiðslur til bústað, ella hvat hesi fólk eiga á bók, sigur Heri Petersen.
Í løtuni er ógreitt, hvat hendir við álitinum. Arbeiðsbólkurin vísir sum nevnt á viðurskifti, sum higartil ikki eru nóg væl útgreinað og lýst.
- Men fátækramarkið er við til at varpa ljós á fátækradømi og hevur betri grundarlag fyri at umrøða trupulleikan, sigur Heri Petersen.
..
FAKTA:
Definitión av fátækradømi:
At vera varandi avmarkaður fra? at liva eitt li?v við teimum materiellu ressursunum, sum eru i? tra?ð við alment aksepterað livikor og li?vsha?tt og ikki hava møguleika fyri sja?lvur at koma sær u?r støðuni.
Tað føroyska fátækramarkið:
Tey, sum 3 ár á rað hava havt inntøku lægri enn 60% av miðinntøkuni, eru undir fátækramarkinum
Tilsamans 1555 fólk koma undir hesa defninitiónina
0-17 ár: 359
18-24 ár: 90
25-54 ár: 331
55-66 ár: 145
67+ ár: 630
Tilsamans 1.555 fólk
Í bólkinum ”børn” skal talið lesast soleiðis, at tey liva í familjum undir fátækramark