Eina náttina í juni í fjør breyt ein maður inn í eitt kamar í einum húsum í amerikanska býnum Salt Lake City og burturflutti eina 15 ára gamla gentu, sum lá og svav. Maðurin var vápnaður.
Burturflytingin skakaði alt USA, og hóast vælmannað løgreglulið leitaðu allastaðni í býnum og har um vegir, var gentan ikki at finna.
Mikudagin boðaði løgreglan í býnum Sandy frá, at hon hevði tikið ein mann og tvær kvinnur, og at onnur kvinnan var tann 15 ára gamla Elizabeth Smart úr Salt Lake City.
Tað vísti seg, at burturflytarin var ein maður, sum hevði arbeitt hjá hjúnunum Smart fyrr. Tey, sum kenna mannin, siga, at hann heldur seg vera profet, og at hann virkar sum eitt slag av einum presti millum fólk, sum búgva í tjaldi uppi í fjøllunum.
Í gjár dugdi løgreglan ikki at siga , hví maðurin burturflutti ta 15 ára gomlu gentuna, ella hvar hann og konan hava fjalt hana síðani seinasta summar.