144.000 bøkur og 27.000 vitjandi

Føroysk bókaútgáva støðug. Samlaða talið av føroyskum bókum, síðani tann fyrsta kom í 1822, er 4169. Landsbókasavnið og heimasíðan hjá savninum verða enn sum áður væl vitjað

LANDSBÓKASAVNIÐ

Í ársfrágreiðingini fyri 2001 frá Føroya Landsbókasavni, sum júst er komin, stendur, at í fjør komu tilsamans 117 bøkur út í Føroyum. Talið svingar fitt frá ári til ár. Í 2000 komu 170 bøkur úr, í 1999 121 og í 1998 157 bøkur. Um árslok gjørdu fjølmiðlar væl burtur úr, at talið á útgávum var væl minni enn árið fyri. Sagt varð, at orsøkin var vantandi stuðul til bókaútgávu. Í viðtali við landsbókavørðin í apríl segði hann, at vit skulu ikki hefta okkum so nógv við, at talið á útgávum minkaði.
- Onkusvegna hava vit lyndi til at hugsa í nøgd heldur enn í dygd. Útgávutølini hava altíð svingað, vísti Martin Næs á.
Enn sum áður eru yrkisbókmentir og barnabøkur meginparturin av útgávunum. Í fjør ávikavist 48 og 41. Á óbundnum máli komu 12 bøkur, á bundnum 5, og skúla- og læribøkurnar vóru 11 í tali. Nógvar av útgávunum eru týðingar. Hetta er serliga galdandi viðvíkjandi barnabókum, har 34 av 41 vóru týðingar í fjør.
Í dag verða flestu bøkurnar, sum verða givnar út í Føroyum, prentaðar í Føroyum. Samlaða talið av føroyskum bókum, síðani tann fyrsta kom í 1822, er sostatt 4169. Tær 117 bøkur, sum komu í fjør, høvdu tilsamans 15795 blaðsíður og kostaðu tilsamans 18.083 krónur. Størsti útgevarin er Bókadeild Føroya Lærarafelags við 44 útgávum. Tær flestu bøkurnar koma út seint í árinum frá september til desember.
Í formæli í ársfrágreiðingini nemur landsbókavørðurin við nakrar hendingar, ið vóru í fjør. Árið var hendingarrík á mangan hátt, sigur hann. Tað byrjaði longu ein av teimum fyrstu døgunum í januar, tá ið Landsbókasavnið fekk avhent eitt stórt og ómetaliga forvitnisligt og dýrabart handritasavn eftir Heðin Brú, rithøvund. Á ólavsøku skipaði Landsbókasavnið fyri stórari handrita- og bókaframsýning í sambandi við, at 100 ár vóru liðin síðani Heðin Brú varð borin í heim. Seinastu tvey árini er bókasavnslógin vorðin endurskoðað. Í mai í fjør varð nýggj lóg samtykt. Hetta er tekin um, at tann politiski myndugleikin heldur tað vera neyðugt hjá samfelagnum at veita eina tænastu sum bókasavnstænastu. Sum alt annað í samfelagnum eru bókasøvnini eisini í eini áhaldandi broytingartíð, har runnið verður um kapp við tøknina og tíðina og tænastuna.
- Tøknini og tíðini mugu vit bara fylgja, men tænastuni mugu vit sjálv taka okkum av - og her liggur avbjóðingin í framtíðini, sigur Martin Næs í formælinum.
Bókatalið á Landsbókasavninum var við árslok 2001 um 144.000 bøkur. Umframt koma tíðarrit og mikrofilmir av føroyskum ávísum. Á Føroyadeildini vóru við árslok 2001 um 13.659 bøkur. Landsbókasavnið lænti í fjør 18.000 bøkur út. Av hesum vóru 1609 bøkur, greinir læntar ella útvegaðar uttanlands og 11 frá øðrum søvnum í Føroyum. Í fjør vóru 27.000 vitjandi á savninum og 19.782 vitjaðu heimasíðuna.