14. september

Í dag eru 54 ár síðani, at ein demokratiskur meiriluti av Føroya fólki samtykti, at land okkara frá hægstu fjallatindum til ytstu havmið skuldi gerast eitt sjálvstøðugt ríki, sum skuldi luttaka í altjóða samstarvi við onnur ríki í tann mun, sum tað kundi gagna tjóð okkara.

Síðani hava vit mangan á hesum degi havt samkomur, har vit hava minst til henda varða í søgu okkara. Men í dag verður lítið gjørt burtur úr.

Orsøkin til hetta er tann einfalda, at hvørt er til sína tíð. Ein er tíðin til at minnast gomul brøgd, ein onnur er at fremja nýggj.

Tað sum vit samtyktu í 1946 verður nú sett í verk.

Tað sum hent er, er tað einfalda, at eftir okkara fólkaatkvøðu í 1946 kom ein sendinevnd við teimum fremstu donsku politikarunum til Føroyar við ferðamannaskipinum Hroar. Teir høvdu fundi við føroysku politikararnar, og teir góvu teimum tað lyfti, at vit skuldu fáa allan tann studning sum vit skoyttu um, um so var, at vit ikki settu fólkaatkvøðuna í verk.

Hesum trúðu nóg nógvir føroyskir politikarar, og tí løgdu teir fólkaatkvøðuna á ís og royndu at samstarva við donsku stjórnina.

Tað sum síðani er hent vita vit øll.

Tá vit í 1992 veruliga komu í trupulleikar og høvdu brúk fyri hjálp, tá kom eingin hjálp frá Danmark. Tá róku teir donsku politikarnir spott á okkara samráðingarmenn og beittu donsku fjølmiðlarnar efir teimum. Vit vóru lýstir sum nakrir ræðuligir nassarar, tá okkara politikarar púra einfalt vildu hava danir til at halda tað, teir høvdu lovað okkum.

Tað er greitt, at eitt slíkt lyftisbrot fær sínar avleiðingar. Í Føroyum hendi tað, at tann 30. apríl 1998 atkvøddi ein stórur meiriluti av løgtingsveljarunum fyri flokkum, sum vildu seta í verk eina skipan av sama slag sum ta, Ísland fekk við Danmark í 1918. 1. desember 1918 gjørdist Ísland eitt sjálvstøðugt ríki, sum kundi reka sín egna uttanríkispolitikk.

Eina slíka skipan er tað, sum vit nú fara at fáa okkum, og tí bendir alt á, at næsti 14. september verður hildin í einum frælsum Føroyum, sum hevur sett fólksins vilja í verk.

Zakarias Wang