14. sept. – a masterpiece of inconclusiveness

Johan Petersen
----
duconsulutes furei seris possultodi skírir enski søgu­frøðingurin John F. West fólkaatkvøðuna 1946, sum Zakarias Wang sigur vera týdn­ingarmesti dag­urin í Føroya søgu.
Skyldmaður mín Zakarias Wang er ikki vaksin frá fólka­atkvøðuni 14. sept. 1946, sum hann í grein um dagarnar sigur vera týdningarmesti dag­urin í Føroya søgu. Tá var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu viðurkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grundlógini) ella gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Tíbetur valdu vit at vraka donsku stjórn­arskránna og vildu held­ur, at vit gjørdust eitt sjálv­støðugt ríki, sigur hann.
Men hetta passar sjálv­andi ikki. Úrslitið varð, at bert ein triðingur valdi loys­ing, ein triðingur valdi stjórn­ar­uppskotið og ein trið­ingur valdi slett ikki. Og fólkaatkvøðan var øll sum hon var ein fløkja ella sum enski søgufrøðingurin sigur eitt meistarastykki av eini fløkju (”a masterpiece of inconclusiveness”). Og tí segði hon hvørki eitt ella ann­að. Ella at føroyingar sum vanligt ikki vóru samdir um nakað sum helst.
Og so fer ZW at hugleiða um, hvussu ring vit høvdu havt tað í Føroyum, um úr­slitið hevði verið eitt annað og tá hevði Maria Damanaki enntá útskrivað fiskiloyvir.
Men hetta er altsamalt nakað verri tvætl. Hygg eftir grønlendingum. Teir hava sama rætt, sum vit. Og Maria Damanaki útskrivar ikki fiski­loyvir í Grønlandi.
Haldi ikki, at vit skulu gera ein fløkjudag til okkara týdningarmesta dag. Vit hava betri uppiborið.