Eitt 14 ára gamalt flogvit verður næmingur á Cambridge University. Tað eru 237 ár síðan, at eitt so ungt barn hevur gingið á skúlanum. Drongurin manglar hóast at standa alisfrøðiroyndina á A-støði, áðrenn tað endaliga verður avgjørt, um hann sleppur inn á universitetið.
Hann vil gerast støddfrøðingur, sigur Arran Fernandez, ið altíð hevur elskað støddfrøði mest av øllum.
Tann seinasti, ið slapp inn á Cambridge so ungur, var William Pitt, ið seinni gjørdist forsætisráðharri í Englandi í góð 20 ár um aldaskifitð 1700-1800.










