Týsdagin vóru sambært grønlendska landslæknaembætinum 59 fólk smittað við koronu í Grønlandi og dagin eftir - ella í gjár - var talið vaksið upp í 70.
Tað merkir, at frá týsdegi til mikudag vórðu 14 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi, samstundis sum trý fólk í sama tíðarskeiði vóru staðfest frísk aftur.
Sambært uppgerðini hjá gønlendska landslæknaembætinum er talið av smittutilburðum í Qeqqata kommunu vaksið úr 37 tilburðum upp í 49.
Qeqqata kommuna er ein samanleggin av Sisimiut kommunu og Maniitsoq kommunu.
Sambært Sermitsiaq ávaraði landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, týsdagin um, at koronu-smittan í løtuni er leys í Sisimiut.











