Hilmar Eliasen sigur við Kringvarpið, at orsøkin einki hevur við málið um bíleggingarskipanina at gera. Tað er mál, har Strandferðslan hevur brúkt nógvar pengar at menna eina bíleggingarksipan, uttan at arbeiðið er boðið út.
Fíggjarmálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at »Fíggjarmálaráðið og Hilmar Eliasen hava gjørt avtalu um, at Hilmar Eliasen gevst sum stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins«.
Fíggjarmálaráðið skrivar eisini, at Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, sum virkandi stjóra á Strandafaraskipum Landsins.
Jóhan Petur Abrahamsen er soleiðis hin 17. stjórin á stovninum, tann sætti, sum er fyribilsstjóri til nýggjur stjóri verður settur.
Í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í málið, sæst, at stjórin fær løn restina av árini. At hann er fríttstillaður, men skal hjálpa stovninum, um boð verða eftir honum.
Síðani Johan Restorf Jacobsen tók við sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins í 1965, hava 13 mans røkst stjórastarvi, nakrir teirr tó bara sum fyribils stjórar.
Stjórar á strandiferðsluni síðani 1965 hava verið:
Nr. 1 Johan Restorff Jacobsen 1965-1992
Nr. 2 Thomas Arabo 1973-1981, 1989-92, 1994-96
Nr. 3 Thomas Magnussen 1992-94
Nr. 4 Erling í Liða (fyribilsstjóri) 1996-97
Nr. 5 Reidar Nónfjall 13. jan 1997 - 31. des 2002
Nr. 6 Kristian Davidsen 1. januar 2003 - sep 2006
Nr. 7 Niels Juel Arge (fyribilsstjóri) sep 2006 - 30. apríl 2007
Nr. 8 Regin Vágadal 1. mai 2007 - 19. nov 2007 (SSL flytur til Suðuroyar í stjórnaskeiðnum hjá Regini Vágadal)
Nr. 9 Jákup Danielsen (fyribilsstjóri) 19. nov 2007 - 30 apr 2008
Nr. 10 Dánjal Andreasen 1. mai 2008 - 31. jan 2009
Nr. 11 Bogi Mortensen 1. februar 2008 - 31. jan 2009
Nr. 12 Hans Johannes á Brúgv (fyribilsstjóri í tríggjar vikur) 18. des 2013 -
Nr. 13 Regin I. Jakobsen (fyribilsstjóri) 13. jan 2014 - 31. mai 2014
Nr. 14 Hilmar Eliassen 1. jun 2014 - 30. apr 2022