138.000 gistingar í Føroyum í fjør

Tað vísa hagtøl hjá Visit Faroe Islands. Í 2013 vóru 129.000 gistingar.

Tað vísa hagtøl hjá Visit Faroe Islands. Í 2013 vóru 129.000 gistingar.

 

Tølini eru úr ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands, og hetta er fyrstu ferð, at til ber at samanbera tøl frá einum ári til annað. Eftir nýggju samstarvsavtaluni millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands, sum kom í gildið 1. januar í 2013, savnar Hagstovan nú inn hagtøl um gistingina kring landið.

 

Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleigarar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi tey búgva í, og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum ber aftur til at fylgja neyvt við, hvaðan ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og ikki minst at kunna máta uppsettu málini eins og fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs.

 

Aftur at gistingarhagtølunum verða framyvir eisini gjørd meira umfatandi lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin, tal av arbeiðsplássum eins og neyvari ferðafólkalýsingar.

 

Í 2014 vóru 137.510 gistingar í Føroyum.

 

Í 2013 var hetta talið 128.767.

 

Allur vøksturin stavar frá útlendsku marknaðunum. Samlað sæð var vøksturin frá útlandsmarknaðunum nærum 12%, svarandi til 11.014 fleiri gistingar. Sama tíðarskeið minkaði talið av føroyskum gistingum í Føroyum við nærum 6%, svarandi til 2.271 gistingar færri.

 

Nógv størsti vøksturin er frá norska marknaðinum, ið vaks heili 50%, svarandi til nærum 4.000 gistingar fleiri enn árið fyri. Vøkstur var eisini í fleiri av hinum marknaðunum, herímillum Svøríki, Italia, USA, Holland og Frakland.

 

Tað er ov stutt tíð at gera generellar samanberingar enn eftir bert tvey ár við teimum nýggju hagtølunum, men staðfestast kann, at lutfallið millum marknaðirnar broyttist nógv hetta árið.

 

Frá at Danmark í 2013 hevði 52,2% av teimum útlendsku gistingunum, er danski parturin nú 46,9%, og næstan allur vøksturin stavar frá øðrum londum enn Danmark.

 

Flestu gistingar verða gjørdar á gistingarhúsum, heili 75% av teimum samlaðu gistingunum. Gistingarhúsini stóðu eisini fyri tí størsta vøkstrinum frá 2013 til 2014. Tveir triðingar av gistingunum verða gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt er tað at koma til Føroyar sum einstaklingur á eini frítíðarferð, svarandi til 55% av øllum komum.

 

Kapaciteturin á gistingarhúsum er vaksin við 14%, hvat viðvíkur seingjartali og 11% í tali av kømurum.

 

Hóast samlaða talið av gistingum er vaksið er talið av komum lægri. Hetta merkir, at gestirnir hava steðgað longri sum heild ella longri á hvørjum staði.

 

 

Topp 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2014

1. Danmark

2. Noreg

3. Týskland

4. Svøríki

5. Bretland

6. Ísland

7. Finland

8. Frakland

9. Niðurlond

10. Italia