1335 fólk sóu Atla tapa

Við øðrum orðum var talan um eitt lítið oddabrak, og tað er tað fyrsta av sínum slagi, síðani FC Roskilde spældi seg upp í næstbestu deildini fyri tveimum árum síðani.

 

FC Roskilde, sum var ósigra í átta dystir, hevði Atla Danielsen á vøllinum í 89. Minuttir. Beint fyri leiklok varð klaksvíkingurin skiftur út, eftir at hava røkt vanliga leiklut sín sum sentralur miðvallarleikari.

 

Seinast FC Roskilde tapti var tann 20. September, altso stívliga tveir mánaðir síðani. Hetta hevur havt við sær, at teir hava otað seg upp eftir stigatalvuni, og eru í dag nummar seks við 18 stigum.