Felicianus, deyður í umleið 250. Foreldur hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum. Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini. Keisarin Decius læt hann taka av døgum.
Søguligar hendingar 20. oktober
1728 Eldur herjar í Keypmannahavn. Tveir fimtapartar av býnum brenna, eisini ráðhúsið, fleiri kirkjur og 1700 hús. Umleið 4.000 familjur verða húsvillar.
1818 USA og Ongland avtala, at 49. breiddarstig skal verða markið millum Kanada og USA.
1822 Sunday Times kemur út á fyrsta sinni í London
1944 Anna Frang og systir hennara, Margot, verða fluttar úr Auschwitz til Belsen, har Anna doyr í apríl í 1945.
1965 The Beatles fær eina gullplátur fyri singleplátuna Yesterday.
1968 Jacqueline Kennedy, einkjan eftir Kennedy forseta, giftist við Aristoteles Onassis. Hátíðarhaldið fer fram á privatu oynni Skorpios.
1971 Vesturtýski kanslarin, Willy Brandt, fær friðarheiðursløn Nobels.
1973 Operhúsi í Sydney letur alment upp.
1991 Jacob Haugaard spanderar øl og pylsur í Ridehuset í Århus til veljarar sínar fyri statsstuðulin til flokkin »Sammenslutningen af Bevidst Arbejdssky Elementer«.
2007 Hovstunnilin verður tikin í nýtslu
Fólk sum eru fødd hendan dagin
1883 Hans Andreas Djurhuus, yrkjari í Havn. Deyður í 1951
1940 Jesper Langberg, danskur sjónleikari
1958 Viggo Mortensen, danskt-føddur amerikanskur sjónleikari.
1961 Ian Rush, walisiskur fótbóltsspælari
1977 Simon Emil Ammitzbøl, danskur politikari
Fólk, sum eru deyð hendan dagin:
1956 Mikkal á Ryggi, yrkjari í Miðvági.
1994 Burt Lancaster, amerikanskur sjónleikari, føddur í 1913.
2011 Muammar al-Gaddafi, libyskur statsleiðari dripin. Hann varð føddur í 1942.