Í vikuni 14. nov. til 18. nov. hevði 9. B á Venjingarskúlanum verkætlanar viku. Tær báðar Doris Helena Olsen og Paula Rasmussen høvdu valt at vera í bólki saman. Vegna tað at Paula skuldi ørindi í Danmark frá sunnudegnum 13. nov. og líka til hóskvøldið 17. nov. og Doris skuldi framføra sjónleik hvørt kvøld, høvdu tær lagt eina ætlan fyri arbeiði í góðari tíð.
Høvuðsevnið hjá flokkinum var Føroyar. Av tí at mangir sjómenn eru í Føroyum, og at tær sjálvar hava familju, ið er á sjónum, høvdu tær valt sær sjómenn sum evni. Eitt breitt evni, men tær avmarkaðu tað við undirspurningum, ið ljóðaðu soleiðis. Hvat er munurin á farmaskipum og fiskiskipum? Hvussu hevur ein sjómannafamilja tað? Og hvussu nógvur fiskur verður útfluttur?
Sjálvar søgdu tær, at vikan var eitt kaos. Tær arbeiddu hvønn dag frá 15-18, áðrenn verkætlanarvikan byrjaði, og søgdu seg ikki hava klárað at gjørt seg lidnar, um tær ikki vóru byrjaðar í góðari tíð. Paula kom aftur, bert ein dag áðrenn framløguna, og beinanvegin var farið til verka. Tær gjørdu tí síðstu samrøðuna og sótu uppi alla náttina og skrivaðu ta skrivligu uppgávuna. Og so var klárt og latið inn. Framløgan var tann 21. nov. Tær høvdu fingið tilfarð frá Gummubátatænastuni og Vónini at pynta stovuna við, og meðan dias-show var á stórskýggja, hoyrdist alduljóð aftanfyri. Á ymsan hátt høvdu tær so fingið svar uppá allar spurningarnar tær settu. Aftaná framløguna var pinnamatur við rækjum at fáa. Serliga vóru tað læraranir, ið høvdu stóran áhuga í framløguni, men av tí at tær høvdu gjørt framløguna so lívliga, gjørdist evnið alt meira hugvekjandi hjá næmingunum. Læraranir vóru serliga bergtiknir av, at tær høvdu klára seg so væl, av tí Paula hevði verið burturstødd meginpartin av vikuni. Teir góðu teimum so eitt 13 tal fyri framúr gott og vælskipað arbeiði.
Reaktiónin fyri 13 talið var nakað serligt. Tær høvdu als ikki havt tankar um so góðan karakter, men hildu sjálvar at framløgan gekk betur enn vænta. Vit gjørdust sera glaðar, men nú følir man seg sum ein stemplaðan nørd í flokkinu, sigur Paula at enda við einum smíli.