Føroya Rættur er í dag farin undir at viðgera ákærurnar móti einum kommunulækna.
Læknin er áærdur fyri í 13 ymiskum førum at hava gjørt seg seksuelt inn á kvinnur, sum vóru til læknakanningar. Hann er í flestu førum ákærdur fyri brot á grein 150 og grein 232 í revsilógini.
Í báðum førum kann dómur geva fongsulsrevsing og tað kravdi ákærin eisini.
Harumframt kravdi ákærin, at læknin missur rættin at virka sum lækni.
Læknin sjávlur noktaði seg sekan í øllum 13 ákærunum.
Føroya rættur hevur sett níggju dagar av til at viðgera málið. Sambært ákærurtinum, so eru fyrstu brotini framd í 2010. Tey eeru eisini framd ymsastaðni í Føroyum - millum annað í kommunulæknaviðtaluni á Landssjúkrahúsinum.