Á midnátt lat tekningin til Ung í Føroyum aftur. Undirtøkan hevur í ár verið sera stór og 129 ung hava teknað seg. Tað eru bert 60 pláss á Ung í Føroyum 2008, so tey teknaðu eru meir enn dupult so nógv, sum pláss er fyri.
Leiðslutoymið takkar fyri allan áhugan og biðja tey, ið ikki náddu at tekna seg, um endiliga at royna aftur næsta ár.
Øll tey, ið hava teknað seg fáa boð innan eina viku, um tey eru sloppin inn á stevnuna ella ikki. Tá fær man eisini boð um hvørja verksmiðju, man er sloppin á.