Fríggjadagin ella i seinasta lagi mánadagin fáa øll, sum hava søkt um jólahjálp frá tiltakinum ”Í menniskjum góður tokki”.
376 familjur fáa játtandi svar. Tað eru 1241 fólk, harav 759 fólk, fáa samanlagt 770.500 krónur.
Uttan vælvild og stuðul frá ómetaliga nógvum hevði tað als ikki verið møguligt at hjálpt so nógvum og fyriskiparnir takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava víst í verki, at tey leggja í og fegin vilja geva eina hjálpandi hond.