Bæði í dag og í gjár hava vit hoyrt um, at metstórt tal av fólki hava latið seg kannað fyri korona-smittu, og talið av smittaðum í Føroyum hevur sambært landslæknanum eisini sett nýtt met seinasta samdøgur.
Men, tað er ikki bara á teimum stóru plássunum, at fólk hesar seinastu dagarnar hava latið seg kannað. Á Læknamiðstøðini á Sandi hava tey í dag potað 120 fólk, sum svarar til umleið 10 prosent av íbúgvunum í allari Sandoynni.
Tey byrjaðu at pota á Sandi í dag klokkan 14 og hildið varð fram í einar tveir tímar. Øll, sum vórðu kannað, sótu í bilinum, og tað vóru trý fólk á Læknamiðstøðini, sum tóku sær av uppgávuni.
Sum skilst, vóru tað serliga ung og miðalaldrandi fólk umframt nógv røktarstarvsfólk, sum lótu seg kanna á Sandi í dag. Lækni á Sandi hesa vikuna er Ása Jaspurdóttir Jacobsen.










