Birgir Waag Høgnesen hevur skrivað forvitnisliga bók um hendingina, tá Sundaberg sakk í Ný Foundlandi. Í bókini fylgir hann skipinum - heilt frá bygging til skipsbrotið í 1972.
Framløgan var í býráðshøllini í Klaksvík seinnapartin sunnudagin, og eini 120 fólk vóru komin saman at lýða á. Millum luttakararnar til framløguna vóru eisini nakrir av manningini, sum vóru við Sundabergi, umframt fleiri onnur.
Tað var Palli Ziskason, vinnu-og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, sum beyð vælkomin og líka sum stýrdi tiltakinum. Eftir at Palli hevði sagt nøkur orð, legði rithøvundurin bókina fram, og tá sjálv framløgan var liðug, handaði hann Hansu Joensen, konu skiparan, Benna Joensen, sála, fyrsta eintakið av bókini.
Anfinn Nielsen og Eyðun Nolsøe framførdu síðan sangin um Sundaberg, sum Anfinn Nielsen hevur skrivað.
Eftir hetta segði Rúna Sivertsen, dóttir skiparan, eisini nøkur orð, og at enda tók borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim saman um og endaði tiltakið í býráðshøllini.