Eisini í Skotlandi er áhugin fyri landsliðnum ovurstórur. Ikki færri enn 110 fjølmiðlafólk hava boðað FSF frá, at tey koma til dystin, og tað vil siga, at fyri aðru ferð á rað er talið av fjølmiðlafólki farið upp um tey 100. Talan er um 18 myndafólk, 47 fólk til skrivandi miðlarnar, 21 útvarpsfólk og 24 sjónvarpsfólk.