11 ára gamal hvarv undir haruskjóting

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina áheitan frá einum pápa um at koma at hjálpa sær at leita.

 

Hann og ein vinmaður vóru farnir út at skjóta harur gamlaárskvøld, og við sær hevði hann 11 ára gamla sonin. Hetta var norðan fyri Oyrargjógv í Vágum.

 

Beint eftir klokkan 15 er drongurin horvin. Tað nærkast skýming, og tá ringir pápin til løgregluna og biður um hjálp. 

- Bjargingarbáturin Sverri loysti og fór at leita á sjógvi, tyrlan bleiv boðsend at leita frá luftini, fýra løgreglumans fóru at leita við hundi umframt at bjargingarfelagið har vesturi varð boðsent, greiðir John Kruse, vakthavandi á løgreglustøðini frá.

 

Fráboðanin til løgregluna kom eini 10 minuttir yvir trý seinnapartin, men tíbetur, longu klokkan trý korter til fýra varð leitanin avblást, tí tá var drongurin komin afturíaftur av sær sjálvum. Tá hann var blivin burtur frá pápanum, hevði hann leitað sær aftur í bilin at bíða.

 

Alt spældi tí lukkutíð væl av hjá hesi familjuni.