– Tað er við stórari gleði aftur í ár at kunna umboða den danske spiseguide 2021, sum hevur kannað støðið á gastronomiska kokkakynstrinum í Føroyum.
Soleiðis skrivar Bent Christensen í sambandi við, at Den Danske Spiseguide hósdagin handaði heiðurslønir til føroyska matstovur á Hotel Brandan hósdagin.
Bent Christensen var – vegna koronuumstøðurnar – ikki sjálvur til staðar, men Gutti Winther handaði heiðurslønirnar í hansara stað og læs upp tað, ið Bent Christensen hevði at siga um føroysku matstovurnar og um støði teirra.
– Og sjálvt um seinasta árið hevur hevur havt sera stórar avbjóðingar fyri matstovur, bæði viðvíkjandi gestum og starvsfólkum, so hava matstovurnar megnað ikki bara at halda støðið í starvsgreinini, men eisini at hækka støðið.
Í ár eru býttar út 11 stjørnur, 1 EEE (Euopean Exclusivie Elite) og 2 Kniv&gaffel notifikationer pluss ein kategorivinnari.
Og tað er higartil tað flottasta úttrykkið fyri góðskustøðið.
– Eru vit so komin á mál, spyr Bent Christensen.
##med2##
Kanska, sigur hann. Er tað so, at tað ikki er ynski um at leingja gastronomisku ferðina ella eru fleiri avbjóðingar.
Eitt er víst, at røkka hægstu tindar er eitt mál, eitt annað er at vera verandi á tindunum ella at granska nýggjar hæddir, sigur Bent Christensen.
– Eg havi sum redaktørur havt gleðina eina ferð um árið – onkuntíð fleiri ferðir um árið – at vitjað Føroyar og harvið kunnað fylgt menningini.
##med3##
Kundu verið eitt vet kreativari
Síggi eg so nakað, sum órógvar gastronomiska hjarta mítt?
Svarið er helst, at eg seinastu árini havi hildið, at hugurin at »kreativisera« tað meria ókenda og minni kendu rávørurarnar hevur tikið yvir hugin til at lata aðrar framúrskarandi rávørur sum skøtu, sjó- og reyðtungu, eyrriða, hvasskvoysu, tosk, fugl, lamb o. a. , sum enn tykist eksotiskt á matstovum liggja.
Tann føroyska bouillabaise treingir eisini til ábøtur. Tað haldi eg vera spell.
Eg haldi, eingin framúrskarandi rávera skal undirmetast. Kreativitetur er eisini áhugaverdur fyri sjótunguna.
Verða hesar viðmerkingar tiknar í álvara er so avgjørd nýggjur útlendskur fagnaður at heinta.
##med4##
Eitt sindur um upplivingarnar hjá guidini seinastu árini.
Tann innovativa og leiðandi adressan er sjálvandi KOKS. Har eru jagstra tey alsamt kreativitetin sum verður serliga ítøkiliugr við teimum heilt serligu rávørunum – tað er gott, men er tíðin ikki komin til seriøst at finna nýggja smakkiupplivingar millum longu væl brúktu góðskurávørurnar? Tað kundi møguliga eisini drigið tey »meria konservativu Michelinfólkini«.
Og tá tað snýr seg um heimligu siðirnar, ræst av ymsum slag, er framtíðin eisini áhugavert. Tað er uttan iva ein stór avbjóðing at fáa lokalu rættirnar at vinna aljóða virðislønir, men hvør veit? Guidin hevur í øllum førum funnið pláss til RÆST.
Tá tað snýr seg um fisk og skeljadjór er Barbara gjøgnumgangandi á høgum støði, einki óvæntað her, men kanska kundi verið umhugsað at farið upp í eitt hægri gear, tá tað snýr seg um servingar, eitt nú bouillabaissin?
Hummarin kundi eisini fingið nýggjan ham.
##med5##
Framúrskarandi lamdsbógvur
Klassiskir eru eisini búffarnir á ymsu matstlovunum. Men á TARV er ein valmøguleikin, sum guidini dámar sera væl, og tað hevur berkt, at greinin Årets Meat-sommelier er farin til Tarv í ár. Hjartaliga tillukku.
Lambsbógvurin á Áarstovu er ein eyðkennisrættur. Framúrskarandi. Eisini fiskarættirnir eru á høgum støði. Fyri at fullført tað perfekta, kundu tey lagt størri orku í tann søta køkin.
Sushi hjá Etika heldur støðið. Rávørurnar eru jú góðar og restin av handverkinum er grundað á rísið... og tað er ein heimur fyri seg.
Men Kniv&Gaffel fyri sambandið prís/góðsku.
Smyrjibreyðið hevur fingið nýtt lív bæði í Danmark og her. Simmer Dim og Nitin hava góða góðsku bæði í tí klassiska og tí nýggja.
##med6##
Tjóðminnaliga umhvørvi á Katrinu Christiansen
Veitingarnar á Katrina Christiansen eru í hugnaligum og tjóðminnaligum umhvørvi er tann góða familjumatstovan, sum okkum øllum tørvar. Guiden vildi fegin sær eitt ambitiónsstøði, sum var meira tilstaðar. Men tó uttan at virka prangandi.
Fiskabuffetin á Hafnia, hana hava vit við gleði roynt nakrar ferðir.
Er so okkurt slag av matstovum, vit fegin vildu havt afturat?
Jú, hvar er tann klassiska bistro/brasseri á einum áhugaverdum – ella tann ógvuliga eksklusiva intimmatstovan við 20 plássum?
At enda hevði Bent Christensen nøkur orð um Den Danske Spiseguide og føroysku deildina í guidini.
##med7##
– Guidin takkar fyri føroyskan fíggjarligan stuðul, sum okkum sjálvandi tørvar fyri at kunna gera eina føroyska deild.
Vit kæra okkum ikki, guidin hevur ikki vinning fyri eyga, bara fegin um at kunna koma út á hvørjum ári,, men skilja kanska ikki heilt, hví guidin ikki er før fyri at fáa stuðul frá føroyskum vinnufeløgum. Vit kundu væl tikið ímoti tilboð frá fiskivinnuni, frá byggivinnu, frá flutnings- og tænastuvinnuni.
Tillukku til tykkum øll, sum eru komin við í guidina og tillukku til føroyska matstovuumhvørvi. Tit megna uppgávuna væl, sigur Bent Christensen Den danske Spiseguide og 66 Best Restaurants Nordic.
##med8##
##med9##
##med10##