Eftir at løgreglan gjáramorgunin hevði fingið eina fráboðan frá fólki um, at fleiri bilar at síggja til koyrdu alt ov skjótt Millum Fjarða, fór løgreglan at gera ferðmátingar á leiðini.
Hetta vísti seg eisini at geva úrslit, tí í tímunum millum klokkan 07 og 09 skrivaði løgreglan ikki færri enn 11 mál.
- Av hesum vóru tvær treytaðar frádømingar av koyrikortinum, fýra klipp og fimm bøtur, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Millum førararnar, sum koyrdu ov skjótt, var eisini ein bussførari hjá Bygdaleiðum, sum varð máldur at koyra 93 kilometrar um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið.
Bussar hava nevniliga ikki loyvi at koyra meira enn 70 kilometrar um tíman á landsvegnum.
- Í øllum málunum koyrdu bilførararnir yvir 100 kilometrar um tíman, har tað í mesta lagi er loyvi at koyra 80.
Tað var bara bussførarin, sum koyrdi minni enn 100 í kanningunum hjá løgregluni gjáramorgunin.
Vaktleiðarin leggur aftrat, at teir báðir bilførararnir, sum fingu treytaða frádøming, noyðast upp til nýggja koyriroynd, um teir ikki skulu missa koyrikortið.