103 minuttir: Longsti dysturin í Premier League søguni

Í 103 tríggjar minuttir spældu Manchester City og Swansea í kvøld á Etihad leikvøllinum í Manchester. Dómarin legði ikki færri enn 12 minuttir afturat vanligari leiktíð í seinna hálvleiki.

 

Twitter síðan hjá Infostrada Sports, skrivar í kvøld, at dysturin millum Manchester City og Swansea, sum heimaliðið vann 1-0, er tann longsti í Premier League søguni.

 

Samanlagt gjørdist talan um 103 minuttir. Orsøkin til nógvu longdu leiktíðina var, at bæði málverjin hjá Swansea, Michel Vorm, og Manchester City verjuleikarin, Micah Richards, máttu berast av vøllinum í seinna hálvleiki.