Níggju børn og tvey vaksin fólk máttu flytast á sjúkrahús, eftir at ein bilur við einum 101 ára gomlum manni við róðrið rendi á tey í Los Angeles í gjár. Fýra av børnunum fingu stóran skaða.
Bilførarin slapp uttan stórvegis mein, og hann var eisini fúsur at tosa við ta fyrstu sjónvarpsstøðina, sum kom á staðið.
-Eg misti harradømið á bilinum. Eg haldi, at bremsurnar sviku. Eg bakkaði út fráparkeringsplássinum og var á veg til hús, men so misti eg tamarhaldið á bilinum, segði maðurin við sjónvarpið ABC7.










